Í vikuni vóru vit ein túr í Skálavík. Her er rættilig gongd í. Hetta er ein stór byggiverkætlan við 10 rúmligum íbúðum í einari hædd - við snøggari flagtekju og góðum parkeringsmøguleikum.

10 nýggjar íbúðir standa lidnar í Skálavík til heystar

10 svanamerktar íbúðir, sum Mark byggir í Skálavík, fara at standa lidnar seinni í ár.

Í vikuni vóru vit ein túr í Skálavík. Her er rættilig gongd í. Hetta er ein stór byggiverkætlan við 10 rúmligum íbúðum í einari hædd - við snøggari flagtekju og góðum parkeringsmøguleikum.

Í Skálavík verður ein bygningur reistur um stutta tíð - við fantastiska góðum útsýni. Hetta er ein byggiverkætlan hjá Mark við 10 svanamerktum íbúðum, og hesar fara allar at standa lidnar seinni í ár.  

 

Linjohn Christiansen, borgarstjóri í Skálavíkar kommunu, er sera fegin um samstarvið við leiðsluna á Mark og heilsar verkætlanini vælkomnari. Hann heldur, at hetta er ein sera spennandi verkætlan uttan fyri miðstaðarøkið í bygdini.

 

- Tey, sum fáa eina íbúð her, fáa ikki bara tak yvir høvdið, men tey kunnu eisini vera vís í, at nýggja heimið lýkur strangastu umhvørviskrøv.

 

Gordon Rajani, stjóri í Mark, visir á, at svanamerkið er almenna umhvørvisgóðkenningin í Norðurlondum, og krøvini eru tí serstakliga høg.

 

- Høvuðsendamálið er at tryggja, at umhvørvi og tilfeingi verða troytt sum minst, sigur hann.

 

Fyri at fáa svanamerkið skalt tú lúka strong krøv, bæði tá ræður um tilfar, framleiðslu, burturbeining og endurnýtslumøguleikar.

 

- Hartil verða strong krøv sett til lidna bygningin, bæði hvat viðvíkur dagslýsi, ventilatión, orkukeldu, og hvussu bygningurin er tryggjaður móti eitt nú fukti, sigur stjórin.

 

Gordon Rajani leggur aftrat, at alt hetta gagnar umhvørvinum, men eisini handverkarunum, sum skulu gera bygningarnar - og ikki minst teimum, sum frameftir skulu búgva her.

 

Tað er felagið "Miljømærking Danmark", sum hevur ábyrgdina av svanamerkinum og sum við neyvum eftirliti tryggjar, at øll krøv verða fylgd.

 

- Vit vita, at byggivinna stendur fyri einum stórum parti av samlaða Co2-útlátinum. Tí er tað avgerandi, at eisini byggivinnan fer at hugsa øðrvísi fyri at verja umhvørvið, sigur stjórin í Mark.

 

Tá Mark skuldi fara undir íbúðarbygging í Skálavík, kannaðu teir aftur allar møguleikar fyri at finna bestu og umhvørvisvinarligastu loysnina. Teir gjørdu av at byggja í samstarvi við danska felagið, BM Byggeindustri.

 

##med2##

 

- Har hava tey sergrein í umhvørvisvinarligari bygging. Húsini eru framleidd á verksmiðjuni og síðani flutt til Føroya við skipi. Felagið fylgir sera strongum tilgongdum, sum tryggja góða leveringstíð og minni tilfars- og orkunýtslu til framleiðsluna, sigur Gordon Rajani.

 

Lagt verður aftrat, at um stívliga tríggjar mánaðir standa húsini í Skálavík uppi, har tey síðan verða gjørd liðug og góðkend av óheftum - eftir strongum reglum og krøvum fyri at svanamerkið kann latast.

 

Í byggiverkætlanini  í Skálavík verða eisini tvær íbúðir, sum serliga verða tillagaðar fólki við serligum tørvi. Allar íbúðirnar hava egið bilskýli og nøkur parketingspláss til gestir. Allar íbúðirnar fara at hava flagtekju.

 

 

 

Í vikuni vóru vit ein túr í Skálavík. Her er rættilig gongd í. Hetta er ein stór byggiverkætlan við 10 rúmligum íbúðum í einari hædd - við snøggari flagtekju og góðum parkeringsmøguleikum.

Her verður hugnaligt, tá íbúðirnar fara at standa lidnar seinni í heyst