10 ára gamal sjálvmorðsbumbudrongur

Løgreglan í Irak hevur tikið ein 10 ára gamlan drong í býnum Falluja. Løgreglan sigur, at al-Qaeda hevði havt samband við drongin, sum hevði játtað at spreingja ´seg í luftina við einari sjálvmorðsbumbu.

Amas al-Issawi hjá løgregluni í Falluja sigur, at drongurin bleiv tikin við eina eftirlitsstøð í einari bygd nærhendis býnum. Tríggir menn høvdu koyrt hann hagar við boðum um, at hann skuldi gera seg kláran til at fara við einari sjálvmorðsbumbu.

Løgreglumaðurin sigur, at al-Qaeda hevur fyrr brúkt drongin til at leggja bumbur fyri seg.