LÍNUSKIP
Rógvi Borðoy
Sjóverjuskipið Agdlek fór umborð á norska línuskipið Seir fyri at halda eftirlit. Tað vísti seg, at lastin ikki var skipað eftir teimum nýggju reglunum.
Sundurskilt
Eftir nýggju reglunum hjá norskum línubátum, skulu fiskasløgini haldast sundurskild, so Fiskiveiðieftirlitið lættliga kann staðfesta, um ov nógv er fiskað av hjáveiði.
Seir lá og fiskaði við Føroya Banka, tá Agdlek legði at. Fiskurin ikki var skildur sundur og tí kundi Agdlek ikki føra eftirlit við hvussu nógv var fiskað av hvørjum fiskaslag.
Skiparin tók við sektaruppskotinum áljóðandi 100.000 krónur. Hann hevur í dag stillað trygd fyri teimum 100.000 krónunum, og tí slapp hann at halda fram við fiskiskapinum á føroyska økinum.