100.000 í mótmælisgongu

Umleið 100.000 fólk luttóku í dag á mótmælisgongu, sum var í Keypmannahavn í samband við veðurlagsráðstevnuna. Í hesum sambandi hevur løgreglan higartil handtikið fleiri enn 700 fólk.

Danska løgreglan boðar frá, at ein løgreglumaður varð fluttur á sjúkrahúsið, eftir at hann hevði fingið ein stein í høvdið. Hesin er tó uttanfyri lívsvanda.

Sambært donsku fjølmiðlunum eru fleiri av handtøkunum fyribyrgjandi, soleiðis at møguligir búrkroppar ikki skulu sleppa at gera um seg.

Tað var klokkan tvey seinnapartin í dag, at ovurhondsstóra mótmælisgongan fór frá Christiansborg við kós út móti Bella Centret á Amager, har politisku samráðingarnar í samband við veðurlagsráðstevnuna fara fram.

Hóast mongu handtøkurnar halda fleiri, at samanumtikið var talan um eina friðarliga mótmælisgongu. Hetta varð eisini staðfest, tá langa røðin av fólki kom til Bella Centret.

Har er lagið av tí besta í løtuni ? røður, sangur og fagnaður er tað, sum stendur á skránni.