100 ár at bíða eftir leigutrøð

Tey lovaðu: Býráðið fyri borgaran

 

Vit fáa: Traðir fyri tey fáu

 

 

 

Í 2005 vóru reglurnar fyri leigutraðir broyttar, so leigumál ikki kundi arvast. Hetta fyri at fleiri kunnu sleppa framat leigutrøðunum.

 

 

 

Á býráðsfundi í morgin fer meirilutin at samtykkja at broyta reglurnar fyri leigutraðir í Havnadali, so loyvt aftur verður at ættarliðsskifta eina ferð. Smbrt uppskotinum skal leigugjaldið vera óbroytt á 1000kr um árið.

 

 

 

Hetta er eitt greitt dømi um at arbeitt verður fyri tey fáu og ikki fyri øll. Men hetta er eftirhondini vanligur javnaðarpolitikkur.

 

 

 

Í løtuni eru heili 500 fólk á bíðilista til at leiga trøð frá kommununi, og hesin listin er onki minkaður í mong ár. Kortini broytir meirilutin nú verandi reglur, soleiðis at tað verður enn verri hjá nýggjum áhugaðum at sleppa framat eini trøð.

 

 

 

Taka vit miðalaldurin á føroyingum, sum er áleið 80 ár, vil eitt ættarliðsskifti hava við sær, at tað ganga eini 100 ár, áðrenn onnur sleppa at royna seg við traðarhaldi á kommunalari trøð!

 

 

 

Tað er ein stórur framíhjárættur at sleppa framat jørð og hugurin er vaksandi millum fólk at velta til egið brúk. Tí er tað umráðandi at kommunan skapar umstøður fyri at fleiri borgarar fáa atgongd til eitt jarðarstykki. Hetta uppskotið ger beint tað øvugta.

 

 

 

Tjóðveldi kann als ikki taka undir við nýggju treytunum fyri traðarleigu, men mælir til at halda fast í verandi leigutreytir.