100 bátar og 400 fólk leitaðu

Jón Nolsøe Olsen og hinir fyrireikararnir fegnast um framúr góðu undirtøkuna, sum leitingin í dag fekk

Jón Nolsøe Olsen, og hinir fyrireikararnir av stóru sjálvbodnu leitingini, sum stig varð tikið til í fyrrakvøldið, og sum í dag hevur verið eftir Rana í Billustovu, fegnast um, hvussu stór undirtøkan var fyri átakinum.

Hann sigur soleiðis á facebook:

Gleðiboð í sorgini... Eg vil við hesum takka ØLLUM fyri tann megnar innsats, sum tit hava gjørt í sambandi við leitingina. Føroyingar eru eitt fantastiskt fólk. Í dag hava omanfyri 100 bátar og umleið 400 fólk luttikið. Haraftrat skal eisini nevnast, at heilt nógv hava latið mat, gjørt mat, verið um og hjálpt til upp á ymiskan máta. Eina hjartans tøkk senda vit tykkum. Okkara tankar leita til tey, ið hava mist, siga Jón Nolsøe Olsen og hinir fyrireikararnir.

Rani í Billustovu hvarv eftir ferðsluvanlukkuna 28. desember. Síðani hevur verið leitað í Oyndafirði, og í dag var leitað í Leirvíksfirði, í Djúpunum, fram við Borðoy og Kalsoy og á øllum firðum og víkum á eystaru síðu á Eysturoy.

Seinnapartin varð líkið av 20 ára gamla Rana í Billustovu funnið í Rættargjógv í Oyndarfirði, har hann og 22 ára gamli Jens Pauli Juul fóru útav fyri einari viku síðani.