100 hava koronu í Grønlandi

Hesa vikuna eru fleiri nýggir smittutilburðir staðfestir í Grønlandi, og tað er serliga høvuðsstaðurin, sum er raktur.

Seinasta samdøgrið eru 13 nýggir koronu-tilburðir staðfestir í Grønlandi, 11 í høvuðsstaðnum, Nuuk - og tveir í Sisimiut.

 

Grønland er aftur rakt av einari røð av koronu-tilburðum, og í landslæknaembætinum stúra tey fyri, at smittuspjaðing, sum tamarhald ikki er á, er í høvuðsstaðnum.

 

Sambært grønlendsku koronu-hagtølunum eru í løtuni 100 aktivir smittutilburðir í landinum.

 

Flestu av teimum nýggjastu smittaðu eru vaksin fólk.

 

Annars vórðu fleiri børn rakt av koronu í Nuuk herfyri, og børn eru eisini rakt í øðrum grønlendskum býum.

 

Sermitsiaq veit at siga, at onkur smittukelda er kend, aðrar ikki, og tað eru framvegis fleiri, sum ikki vita, hvar tey hava fingið smittuna á seg.