Tað er einki, sum bendir á, at samgongan ikki ætlar at halda fram við ætlanunum at byggja ein Suðuroyartunnil.
Á fíggjarlógaruppskotinum fyri 2025, sum Ruth Vang, fíggjarmálaráðharri, legði fram fyrrapartin, eru 100 milliónir krónur settar av til framhald og projektering av hesi verkætlan.
Men, hetta verða ikki einastu krónurnar, sum verða settar av á figgjarlógini tey næstu árini til ein Suðuroyartunnil.
Ætlanin hjá samgonguni er nevniliga, at 100 millónir krónur eisini skulu setast av fyri 2026 og aðrar 100 fyri 2027 - ella 300 millónir tilsamans tey næstu fíggjarárini.
Sum skilst, nærkast forkannigarnar til hesa velduga stóru verkætlan endanum.
Næsta stigið verður síðan at leggja fram eitt uppskot til løgtingslóg - ella eina sonevnda verklagslóg - um at projekera og fyrireika arbeiðið at byggja tunnilin og bjóða hann út.
Tað verður ikki fyrr enn tilboðini eru komin inn, at til ber at gera eina neyvari kostnaðarmeting av verkætlanini.
Tá hendan fyriliggur, fæst at síggja, um politisk undirtøka framvegis er fyri at byggja Suðuroyartunnilin. Í løtuni er einki, sum bendir á, at politiski viljin ikki er til steðar.
Vit kunnu leggja aftrat, at samlaðu íløgurnar í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2025 eru á 613 milliónir krónur.