Tað boðar ein talsmaður fyri kristna felagsskapin í landinum frá sambært Reuters.
Sunnudagin boðaði ein talsmaður fyri nigerianska forsetan frá, at 100 rænd børn væntandi verða leyslatin ígjøgnum mánadagin.
165 skúlanæmingar og lærarar eru framvegis saknaðir.
Tilsamans 303 børn og 12 lærarar vórðu burturfluttir av vápnaðum monnum úr katólska seturskúlanum St. Mary's í landspartinum Niger miðskeiðis í Nigeria.
Hetta hendi í einum álopi um tvey tíðina um náttina 21. november.
Ritzau/Reuters











