Seyðauppboðssøla gav 100.800 krónur

- Veðrurin varð seldur fyri 6.500 krónur. Tað vórðu fýra mans, sum tóku seg saman og keyptu hann.

Uppboðssølan hjá Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag, sum hevur verið í vikuskiftinum, gav hesaferð 100.800 krónur, umframt at nakrar túsund krónur komu inn í stuðli aftrat. 

 

Jóhan Eli L. Poulsen skrivar á sínum Facebook-vanga, haðani viðheftu myndir eisini eru, at metsølan var í 2022, tá uppboðssølan gav 117.000 krónur við øllum.

 

- Vit í bjargingarfelagnum takka øllum teimum, sum lótu seyð, limir og lundar - og ikki at gloyma øllum teimum, sum hjálptu til, so tiltakið gjørdist møguligt.

 

Teimum mongu, sum keyptu og soleiðis vóru við til at stuðla felagnum, verður eisini veitt ein serstøk tøkk.

 

##med2##

 

At enda takkar Jóhan Eli L. Poulsen vegna bjargingarfelagið øllum, sum aftur í ár vóru við til at gera uppboðssluna til eitt hugnaligt tiltak.

 

- Veðrurin varð seldur fyri 6.500 krónur. Tað vórðu fýra mans, sum tóku seg saman og keyptu hann. Veðrurin varð flettur beinanvegin, sum uppboðssølan varð liðug.

 

Jóhan Eli L. Poulsen leggur aftrat, at veðrurin vigaði 130 pund livandi, og krovið vigaði 58 pund.

 

##med3##