104 dystir vera leiktir í HM-endaspælinum í 2026

Tað vera 12 innleiðandi bólkar við fýra liðum

FIFA hevur í dag á aðalfundi í afrikanska landinum, Rwanda endaliga samtykt broytingarnar til HM-endaspælið í 2026, ið verður hildið í USA, Meksiko og Kanada.

 

Umframt tey trý vertslondini vera tað heili 45 lond sum fara at vinna seg í HM-endaspælið. Samanlagt vera tað heili 48 landslið. ið fara at kappast um HM-heitið. Tað er nærum ein fjórðingur av FIFA-limalondunum.

 

Upprunaliga var ætlanin at hava 16 bólkar við trimum liðum, har tvey vunnu seg víðari til sekstandapartsfinalurnar. Men nú eru øll liðini tryggjaði, ið hvussu er tríggjar dystir.

 

Umframt teir 12 eittarnar og teir 12 tveyarnar vera tað átta trýarar, ið vinna seg víðari til sekstandapartsfinalurnar. Tað fer at geva størri spenning um útfallið í teimum ymisku innleiðandi bólkunum.

 

Verandi heimsmeistarar, Argentina máttu gjøgnum sjey dystir fyri at tryggja sær HM-gullið. Framyvir fer tað at krevja átta dystir at vinna HM-gull.

 

Tað vera 72 innleiðandi dystir, 16 sekstandapartsfinalur, átta áttandapartsfinalur, fýra fjórðingsfinalur, tvær hálvfinalur, ein bronsudystur og ein finala. Also samanlagt 104 HM-dystir.

 

Vanliga tekur tað fýra vikur at avgreiða HM, men tað verður eisini broytt, so tað verður longri millum dystirnar hjá teimum einstøku londunum.

 

FIFA boðar frá, at broytingarnar eru einmælt samtyktar. Sostatt hevur FSF eisini atkvøtt fyri broytingunum.

 

HM-endaspælið verður avgreitt frá byrjanini av juni til 19. juli í 2026.