107 fólk smittað á Skúlatrøð

Eitt sera stórt smittuútbrot hevur verið í stóra skúlanum í Klaksvík, á Skúlatrøð

Mynd: Dávur Winther

Tøl, sum in.fo hevur fingið innlit í vísa, at 107 fólk á skúlanum eru smittað í løtuni

 

Talan er um 102 næmingar og fimm lærarar.

 

Sambært seinastu tølunum eru nú 437 fólk smittað í Føroyum. Tað vil aftur siga, at 24 prosent av teimum smittaðu hava tilknýti til skúlan í Klaksvík.

 

Landslæknin boðaði um vikuskiftið frá, at nú høvdu tey mist tamarhald á smittustøðuni og megnaðu ikki at fylgja við í samband við smittuuppsporing. Og tølini tala fyri seg:

 

Tilsamans hava 1778 fólk í Føroyum havt smittuna. Í løtuni eru 437 fólk smittað. Hesi 437 eru 25 prosent av øllum, sum hava verið smittað tilsamans, síðan fyrsti smittutilburðurin varð staðfestur í Føroyum 3. mars í fjør.

 

Síðani stóra smittuútbrotið um vikuskiftið hava nøkur fólk afturat latið seg koppsett. Um vikuskiftið vóru 69,9 prosent liðugt koppsett, nú er talið 70,3.

 

Mynd: Dávur Winther