11 ára gamal drongur í Danmark deyður eftir koronusmittu

Sambært Nordjyske doyði 11 ára gamla drongur við koronuvirus. Hann hevði ikki aðra álvarsliga sjúku

Ein 11 ára gamal drongur doyði týsdagin í síðstu viku eftir at vera staðfestur positivur við koronuvirus tveir dagar frammanundan.

Tað skrivar Nordjyske.

Sambært blaðnum hevði hann ikki aðra álvarsama sjúku, men annars eru ikki aðrar upplýsingar um andlátið.

Statens Serums Institut váttaði í síðstu viku fyri BT, at eitt andlát varð skrásett 20. oktober í Region Nordjylland við einum persónum millum 10 og 19 ár, men tað var ikki settur aldur og kyn á.

Tað er sambært SSI fyrsta andlátið við koronu í Danmark í aldursbólkinum 10-19 ár.

Andlátið er tað triðja millum børn í Danmark. Áður er váttað, at tvey børn í aldrinum 0-9 ár eru deyð við koronu.

Í báðum førum var talan um børn, sum høvdu aðrar sjúkur.

SSI lýsir tað sum komorbiditet, sum snýr seg um, at viðkomandi seinastu fimm árini hevur verið á sjúkrahúsi við fleiri sjúkum – eitt nú diabetes, krabba, kroniskari lungnasjúku, hjarta/æðrasjúku og blóðkrabba.

Børn og tannáringar verða vanliga ikki so hart rakt av koronuvirus sum eldru aldursbólkarnir. Tað er sera sjáldsamt, at tey vera innløgd ella doyggja.

Tilsamans eru 2.703 fólk í Danmark deyð við koronu síðani mars 2020, og ní av tíggju hava havt aðrar sjúkur.

88 prosent av teimum deyðu hava verið fólk yvir 70 ár, meðan 9 prosent hava verið millum 50 og 69 ár.

Harumframt hava verið – umframt tey trý nevndu børnini – verið fýra andlát við fólki í 20-unum, átta við fólki í 30-unum og 15 millum fólk í 40'ununum. Tað vísir uppgerð frá Statens Serums Institutt.

/ritzau/