Myndugleikarnir í Irak hava avrættað 11 deyðadømdar fangar í dag, hóast fleiri lond og mannarættindafelagsskapir høvdu mælt myndugleikunum frá at fullføra dómarnar.
Talsmaðurin hjá løgmálaráðnum í Bagdad sigur, at menninir høvdu fingið dóm fyri yvirgangsvirksemi. Hann leggur afturat, at talan var um 10 irakar og ein mann úr Algeria.
Higartil í ár eru 113 fangar tiknir av døgum í Irak. Mannarættindaleiðarin hjá ST, Navi Pillay, hevur biðið iraksku stjórnina seta deyðarevsingina úr gildi fyribils í hvussu er. Ta somu áheitanina hevur stjórnin fingið frá Amnesty International, ES og Bretlandi.