11 prosent av nýggju bilunum eru elbilar

1,78 prosent av persónbilum í Føroyum eru elbilar. Men í 2021 eru 11 prosent av øllum nýggjum bilum elbilar.

Hóast talið framvegis er lítið, so er tað vaksandi. Nú eru 1,78 prosent av persónbilunum í Føroyum elbilar.

Um vit rokna uppá, hvussu nógvir elakfør eru av øllum akførum í Føroyum, so er tann parturin eitt sindur lægri, 1,33 prosent.

Í Føroyum eru seldir til samans 1.575 persónbilar í ár, og av teimum eru 180 elbilar. Tað svarar til, at 11 prosent av nýggju bilunum, sum seldir eru í ár, eru elbilar.

Í Føroyum eru skrásett 41338 akfør, og av teimum eru 551 elakfør.