112 lond viðurkent Palestina

Ísland kunngjørdi í dag, at landið viðurkennir Palestina sum sjálvstøðugt ríki, og sostatt hevur palestinska ríkið fingið formliga viðurkenning frá 112 londum.

Í Latínamerika hava Uruguay og Peru eisini góðkent Palestina nú, og sostatt hava 12 av teimum latínamerikonsku londunum viðurkent tað nýggja ríkið í Miðeystri. Bara Kolombia er eftir. Í Miðamerika hava Cuba, Costa Rica, Nicaragua og El Salvador viðurkent Palestina. Tað sama hava tey arabisku londini gjørt.

Ísland er eitt av teimum fáu vesturlondunum og NATO-limalondunum, sum hevur viðurkent Palestina. Fyrr hava Kekkia, Ungarn, Pólland og Malta formliga góðkent palestinska ríkið, skrivar franska tíðindastovan AFP.