114 søktu um at sleppa við Rynkeby

114 føroyingar søktu um at sleppa at súkkla við Team Rynkeby Føroyar komandi summar

Team Rynkeby Føroyar boðar á Facebook-vanga sínum frá, at 114 umsøkjarar hava søkt um at sleppa við til Paris í 2016. Pláss er fyri 50 súkklarum. 


Úttøkan er liðug á hesum sinni. 25 av teimum, sum vóru við í ár, og 25 nýggj sleppa við.

 

Tað er sera stórur áhugi at sleppa við, og bólkurin sum úttekur fegnast um áhugan. Felags fyri tey sum eru á liðnum, er at tey vilja gera okkurt gott fyri onnur, samstundis sum tey vilja gera okkurt gott fyri seg sjálvan.

 


Tann 12. september verður handanin av innsavnaða peninginum, sum er innkomin í 2015 latin til Krabbameinsfelagið. Hetta verður á Østrøm's fabrik kl 15. Øll eru vælkomin at verða hjástødd, sigur Team Rynkeby Føroyar á Facebook.