Jónas G. Djurhuus hevur gjørt tað framúr frá kappingarbyrjan fyri FIF í næstbestu donsku hondbóltsdeildini. Leivur Mortensen kom til FIF aftaná húsagangin hjá mansliðnum hjá Ajax, og hann hevur funnið seg væl til rættis.
Í dag gjørdist Jónas toppskjútti við sjey málum, og Leivur gjørdist næstbesti málskjúttin, tá FIF á útivølli vann 35-34 á Rækker Mølle.
Beint undan hallarsirenan ýldi seinastu ferð sendi Andreas Hampe bóltin í netið til 35-34 til FIF. Fyri 12 døgum síðani var tað Leivur, ið skoraði til 34-33 í seinasta sekundi, tá FIF vann á Roskilde.
FIF er nú nummar fimm í deildini við 10 stigum. Fimm stig eru upp til oddaliðið, HØJ sum hevur 15 stig.
Komandi leygardag tekur FIF móti Grindsted á heimavølli.