Løgreglan hevur gjørt nógv burtur úr at kanna ferðsluna í seinastuni.
Aftur í dag hevur løgreglan verið á ferð heilt frá morgunstundini og í hesum umfari hava tey eisini kannað eftir um ferðafólk í bussum hjá Bygdaleiðum sótu í trygdarbelti.
Í tí eina bussinum, sum var á veg til Havnar í morgun, í høvuðsheitum við arbeiðsfólk og skúlaungdómi, vórðu 12 ferðafólk, sum ikki sótu í trygdarbelti.
Tey sluppu við eini ávaring hesuferð, men annar fingu at tey vita, at næstu ferð kostar tað teimum 500 krónur í bót.
Hetta átakið hjá løgregluni hevur bæði verið í sambandi við at sskúlarnir byrjaðu aftur eftur summarfrítíðina og sum ein partur í átakinum hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd um at fáa fólk at brúka trygdarbelti.