Reuters veit at siga, at 12 fólk eru deyð á og við Hamud Karzai-flogvøllin í Kabul síðan sunnudagin, eftir at Taliban tók við valdinum í Afghanistan.
Sambært tíðindastovuni hava bæði Nato og Taliban váttað hesi tíðindi.
Ruðulleiki hevur valdað við flogvøllin síðan sunnudagin, og stórar fólkarúgvur hava í neyðini roynt at komið sær í flogfør fyri at sleppa sær av landinum.
Mánadagin varð flogvøllurin stongdur, tí tað bar ikki til at hava hann opnan fyri fólki, sum vóru úti á vøllinum.
Týsdagin varð eitt lík funnið í hjólrúminum á einum flogfari, sum var komið úr Kabul og lendi í Qatar.
Eitt talsfólk fyri Taliban sigur við útlendskar miðlar, at deyðsføllini antin hava staðist av skotum - ella av, at fólk eru traðkað í hel.
Taliban heitir á fólk, sum ikki hava visum og eiga pláss í flogførunum, um at halda seg burtur av flogvøllinum.