123 nýggj akfør í september

Íalt vóru 88 nýggir persónbilar skrásettir á Akstovuni í farna mánaði. Hetta eru 10 fleiri enn í september mánaði í 2010.

Í farna mánaði varð eingin bussur skrásettur. Men um hugt verður eftir 2011, so er tann størsti vøksturin kortini talið av bussum.

Teir fyrstu níggju mánaðirnar í fjør var bert tann eini bussurin skrásettur, men í ár er talið komið heilt uppá 16 bussar.

Og skal ein rokna hetta út í prosentum er talan um eina øking uppá heili 1500 prosent.

Nevnast kann, at tølini fyri skráseting av nýggjum akførum eru vaksandi:

Í september mánaði vóru 10 fleiri akfør skrásett.

Men um hugt verður eftir gongdini higartil í ár eru 77 fleiri akfør skrásett, og svarar hetta til sløk 9 prosent.