124 nýggir smittutilburðir í Grønlandi

Síðan seinastu dagføring fríggjadagin, eru 124 nýggir koronu-tilburðir staðfestir í Grønlandi, harav 82 tilburðir eru staðfestir í Upernavík.

300 fólk eru nú aktivt smittað við koronu í Grønlandi, og í Føroyum er talið í løtuni 430.

Teir 124 tilburðirnir síðan seinasta fríggjadag eru staðfestir í trimum kommunum í Grønlandi.

 

Ein triðingur av tilburðunum eru í Upernavík, har 150 fólk nú eru smittað. Tilburðirnir í Upernavík eru staðfestir eftir kanningar seinasta hósdag og fríggjadag.

 

Soleiðis er rættiliga stór smittuspjaðing í býnum í løtuni.

 

Grønlendska landsstýrið hevur sett í verk avmarkingar í Upernavík, har í mesta lagi 20 fólk kunnu savnast, og tá er tað líkamikið, um hetta er inni ella úti og líkamikið, um talan er um almenn ella privat tiltøk.

 

Sambært Sermitsiaq eru avmarkingar nú eisini í flogferðsluni til og úr Upernavík til tess at byrgja upp fyri enn størri smittuspjaðing í býnum og nærliggandi bygdum. 

 

Síðan fríggjadagin eru 33 nýggir tilburðir staðfestir í grønlendska høvuðsstaðnum, Nuuk, har talið av smittaðum í løtuni er 131.

 

Tilsamans 300 fólk eru nú aktivt smittað við koronu í Grønlandi, og í Føroyum er talið í løtuni 430.

 

 

 

 

 

300 fólk eru nú aktivt smittað við koronu í Grønlandi, og í Føroyum er talið í løtuni 430.