376 familjur kring um í landinum fáa komandi dagarnar játtandi svar frá »Í menniskjum góður tokki«. Nógvu umsóknirnar hava gjørt, at tað hevur tikið eitt sindur longri tíð at fáa allar avgreiddar.
Fyriskiparnir vóna, at fíggjadagin ella í seinasta lagi mánadagin hava øll fingið svar frá átakinum.
Átakið letur í ár 770.500 krónur í jólahjálp til íalt 1241 fólk, harav eru 759 børn.
- Uttan vælvild og stuðul frá ómetaliga nógvum hevði tað als ikki verið møguligt at hjálpt so nógvum, siga fyriskiparnir, sum takka øllum teimum, ið á ymiskan hátt hava víst í verki, at tey leggja í og fegin vilja geva eina hjálpandi hond.