13 ára gamla Filippa funnin á lívi

Danska løgreglan hevur síðaní í gjár leitað eftir 13 ára gomlu Filippu, sum hvarv, tá hann var úti við súkklu síni sum avísboð

 

Súkklan, taska hennara og telefonin varð funnin, men gentan horvin.

Løgreglan hevur hava nógv fólk til arbeiðis, eina 30 hundar, tyrlu, dronur og alt møguligt anna.

Í morgun boðaði løgreglan frá, at tey høvdu kringsett eini hús, og á tíðindafundi, sum er beint nú, boðaði løgreglan frá, at gentan er funnin á lívi og ein 32 ára gamal maður handtikin.

 

Umframt tann handtikna sigur løgreglan, at »vit hava handtikið fleiri onnur fólk«, uttan at greiða nærri frá tí.

 

Meira vil løgreglan ikki siga.