Kanska lutfalsliga besta einstaka avrikið í allari kappingini var tað hjá hinum 13 ára gamla Luitjen A. Apol í 1. bólki. Hann fekk 6½ av sjey stigum í alt og sigraði í stórum stíli, skrivar Talvsambandið í tíðindaskrivi um FM-kappingina og altjóðakappingina, sum hevur verið seinastu dagarnar.
- Luitjen man vera mest gávaði unglingurin í føroyskari telving í dag. Hann tykist hava rætta viljan og hugburðin, so spennandi verður at fylgja hansara gongd í komandi tíðum. Luitjen er abbasonur navnan, sum í síni tíð var í fremstu røð í føroyskari telving, verður millum annað skrivað.
Í almenna bólkinum vóru fleiri um boðið, men Heðin Gregersen úr Klaksvíkar Talvfelag var tann drúgvasti, tá ið til stykkis kom. Í unglingabólkinum var 11 ára gamli Elias Petersen leingi á odda, men í endaspurtinum fekk Benjamin Reinert Fjallheim hann aftur og streyk avstað við FM-heitinum.
1. bólkur (8 telvarar)
1. Luitjen A. Apol, HT 6½ stig
2. Leif Reinert Fjallheim, HT 5
3. Jóanes Vitalis Hansen, HT 4
Almennur bólkur (12 telvarar)
1. Heðin Gregersen, KTF 5½
2. Sjúrður Olsen, VT 5
3. Jaspur T. Gaard, HT 4½
Unglingar (8 telvarar)
1. Benjamin Reinert Fjallheim, HT 6
2. Elias Petersen, HT 5½
3. Flóvin Matras Tummasarson, KTF 5½