FÓTBÓLTUR
13. ferð EB/Streymur fór á vøllin til landskappingardyst í ár, gekk galið. Liðið tapti fyri fyrstu ferð í ár, spælið var ósamanhangandi og hugflogsleyst, vilji var ikki til staðar og einki mál gjørdu teir heldur.
Beint øðrvísi var hjá Víkingi. Teir vunnu sín fimta sigur í ár, gjørdu tvey mál, hildu egið mál reint og hava ikki spælt betur enn tað sama. Fagnaður var í Sarpugerði sunnukvøldið.
Vánaligt verjuspæl
Tað sum hjá Víkingum fekk ein góðan enda í gjár, hevði eisini eina góða byrjan. Tíggju minuttir vóru spældir, tá Marni Djurhuus kom sær í óføri og misti bóltin til Magnus Skoralíð. Leirvíkingurin rak móti baklinjuni, áðrenn hann úr vinstru legði bóltin til fremru stong, har gøtumaðurin Símun Louis Jacobsen tveitti seg fram og stútaði í málið.
Tíggju minuttir seinni var aftur galið í EB/Streyma-verjuni. Víkingarnir spældi seg ígjøgnum mitt fyri, og við bringuni flutti Andreas Lava Olsen bóltin framum serstakliga passivu EB/Streyma-verjuna, har hann við góðum skoti økti um leiðsluna.
EB/Streyma-liðið var í villareiði, og venjarin hjá sundalagsmonnum handlaði skjótt. Fróði Clementsen og Hanus Eliasen vórðu tiknir av vøllinum, og Brian Olsen og nýggi danin, Peter Foldgast, komu á vøllin.
Eftir hetta kom eitt sindur meiri javnvág í spælið, og EB/Streymur fekk nakrar kjansir. Vandamestu royndirnar áttu Arnbjørn Hansen og Bárður Olsen, sum báðir royndu seg við skotið úti frá, men meðan tað fyrra fór framvið, tók Geza Turi tað seinna.
Magnus Skoralíð átti tó helst størsta møguleikan, tá hann í tveimum førum royndu seg, men har René Tórgarð tók fyrru royndina, og tann seinna fór framvið.
Tá farið var til hálvleiks var støðan framvegis 2-0 til heimaliðið – ein leiðsla, ið var væl uppiborin.
Víkingur kontraði
Efter steðgin var spælið rættiliga óruddiligt. Víkingur hevði onga orsøk til at spíla seg út, men valdi heldur at brúka orkuna upp á at órógva EB/Streym og teirra spæl. Tí tað vóru gestirnir, sum høvdu bóltin meiri, men bólturin gekk sjáldan millum fleiri enn tríggjar mans, áðrenn ein ljósabláur var ímillum.
Sum seinna hálva leið fekk EB/Streymur meiri skil upp á spælið, men kjansir høvdu teir ikki nógvar av. Hinvegin vísti Víkingur seg sum eitt stak vandamikið kontralið, har serliga Andreas Lava Olsen ikki er til at steðga. Heilt nær við vóru Víkingar tríggjar ferðir, men stútarin frá Atla Gregersen varð steðgar á sjálvari málstrikuni, harða skotið frá Áslakki Petersen brast á stongina, og innskifti Erling Jacobsen brendi, tá hann var púra blankur við René Tórgarð.
Í hinum endanum var vandamesta royndin eitt langskot frá Brian Olsen, men hesum tók Geza Turi sær væl av.
Skilagóður Foldgast
Fleiri mál enn tey bæði, ið fullu í fyrra hálvleiki, komu ikki í dystinum, sum Víkingur sostatt vann uppiborið. Teir ljósabláu yvirraskaðu við góðum spælið, samstundis sum eyðkendi stríðsandin eisini var til staðar. Hinvegin var lítið positivt, ið sundalagsmenn kundu hála úr dystinum. Eitt av fáu ljóspunktunum var nýggi danin, Peter Foldgast. Hesin fekk ein lítlan tíma á vøllinum, og vísti seg sum ein góðan bóltspælara, ið hevði rímiliga lætt við at fella inn í spælið, og ikki minst í samspælið við liðfelagarnar. Hann skaraði tó á ongan hátt framúr, men skal nokk roynast EB/Streymi væl, tá hann hevur verið her eina tíð og vant seg við umstøðurnar.
Tað kann vera, at hann fer at gera meiri um seg leygardagin, tá EB/Streymur vitjar í Fuglafirði, har Varmakeldustevna er. Víkingar skulu í eldin aftur longu fríggjakvøldið, tá teir skulu til Runavíkar at hitta NSÍ.