14 ára gamli Sølvi: – Hetta er ikki rættvíst

Verkfallið hjá pedagogunum ger, at hann ikki sleppur í skúla sum vanligt

– Hví havi eg ikki rætt til skúlan á jøvnum føti við onnur?

 

Soleiðis spyr 14 ára gamli Sølvi F. Hammer, sum vanliga gongur í Skúlanum á Trøðni. Men verkfallið forðar honum í at møta upp í skúlanum.

 

– Av tí, at eg gangi í skúlanum á Trøðni, sleppi eg ikki at ganga í skúla sum vanligt, sum allarflestu javnaldrar mínir - tí at námsfrøðingarnir eru farnir í verkfall, sigur hann.

 

Sølvi elskar at ganga í skúla, men hvørki hann ella foreldur hansara skilja, hví hann nú ikki sleppur í skúla.

 

– Tað besta fyri meg er at ganga í serskúla, men eg og onnur skúlabørn, sum hava serligan tørv sleppa ikki í skúla, bara tí vit hava serligan tørv. Vit sluppu heldur ikki á seturskúla, tí verkbann var.

 

– Hví halda okkara politikkarar og fakfeløg, at tað einki ger, at eg verði burturvístur frá míni skyldu at ganga í skúla? Er tað rættvíst? spyr 14 ára gamli Sølvi F. Hammer.

 

Tað er mamma hansara Fríðbjørg S. Fríðheim, sum hevur lagt dagføringina við soni sínum út á Facebook.

 

– Vit eru annars væl nøgd við bæði námsfrøðingar og lærarar á skúlanum, sigur hon.