Tað er stórur smittuvandi í Nuuk

Seinasta samdøgur eru 14 fólk staðfest smittað við koronu í grønlendska høvuðsstaðnum, harav nøkur av teimum smittaðu hava verið runt um í býnum.

 

 

Sermitsiaq veit í dag at siga, at tilsamans 14 nýggir smittutilburðir við koronu eru staðfestir í grønlendska høvuðsstaðnum seinasta samdøgrið.

 

- Tað er stórur smittuvandi í Nuuk. Helmingurin av teimum smittaðu eru vaksin fólk, harav nøkur teirra hava verið kring um í býnum.

 

Heimasíðan skrivar, at stutt eftir, at nýggjastu smittutølini í Nuuk vórðu dagførd, vuksu bíðirøðirnar til koronu-kanningar í býnum.

 

Landslæknaembætið í Grønlandi ásannar, at nú so nógvir nýggir smittutilburðir eru staðfestir í Nuuk, er vandi eisini fyri smittuspjaðing.

 

- Í mun til tey smittaðu seinastu dagarnar er talan nú ikki bara um børn, sum eru staðfest positiv, tí helmingurin eru vaksin fólk, staðfestir landslæknaembætið.

 

Heitt verður á fólk, sum hava verið á ávísum støðum í Nuuk, um at lata seg kanna, tí her hava fólk verið, sum nú eru staðfest smittað við koronu.