14 ár og ábyrgd av fýra systkjum

MOLDOVA: 14 ára gamli Maarin sær hugsanarsamur út. Kanska átti hann ikki tað, henda hósdagin 2. juni 2011. Í gjár var barnadagur hildin kring landið, har øll gingu í sínum bestu klæðum. Og í dag skínur sólin oman og niðan, og kundi nakar hugsað sær ein betri byrjan uppá summarferiuna í barnaskúlunum. Men Maarin hevur hvørki tíð, umstøður ella orsøk at gleðast um tað.

1. partur: Maarin sett føtini út fyri dyr, her í húsi nr. 39 í landsbýnum Cornesti. Nú er farið at nærkast middegi, men tað er ein ávísur spurningur sum trokar á:

Hvør skal gera døgurðan í dag? Og kanska tann nógv meiri avgerandi spurningurin, hvat skal gerast til døgurða í dag?

Fyrsti spurningurin er einfaldur at svara. Tað er bara hann sum kann gera døgurða til sín og til hini í húsinum – tey fýra yngru systkin hansara. Í øðrum lagi er hann fullkomuliga bundin av hjálp uttanífrá til tað dagliga húsarhaldið.

Húsarhaldið her í nr. 39 eru fimm børn í løtuni. Ein eldri beiggi er í Sankta Pætursborg í Ruslandi og leitar eftir arbeiði. Og foreldrini, - tja, teirra lív lagaði seg so ymiskt:

Pápin doyði fyri nøkrum árum síðani, og hetta kom so óvart á mammuna, at hon byrjaði at drekka, rann frá einum manni til hin, og orkaði at enda ikki meiri, og rýmdi til Ruslands frá heimi og børnum.

Hon hevur vitjað í heimi sínum av og á, men nú er meiri enn ein mánaður liðin síðani tey seinastu frættu frá henni. Um hon hevði forvunnið sær nakað av peningi, kundi hon sent okkurt av tí heim soleiðis at onkur kvinna ansaði børnum hennara ímeðan. Men sjálvt tað, megnar hon ikki í síni vónleysu støðu.

Maarin er tí í mangar mátar einsamallur í verðini, við ábyrgd fyri yngri systkjum sínum. Bert 14 ára gamal í einum húsum, sum illa kunnu lýsast øðrvísi enn ein kroysa.

Var tað ikki fyri hjálp uttanífrá, er óvist hvørja framtíð hesi børnini í Cornesti gingu ímóti.


Hjálpa onkrum

Lukkutíð fyri Maarin og fýra systkin hansara finnast tey, sum hava sæð neyð hansara; hava sæð hvat kann gerast – og hava gjørt nakað við tað.

Í bygd hansara, Cornesti, sum telur eini 10.000 fólk býr nevniliga ein maður, sum hevur hjarta fyri tørvinum hjá Maarin og hópin av øðrum illa støddum familjum og børnum teirra.

Pastor Vitalie (sum meiri verður at frætta um í einum øðrum parti av eini greinarøð um Moldova) hevur, sum eina av uppgávum sínum, sett sær fyri at hjálpa teimum ringast støddu børnunum.

Hann er sannførdur um, at eingin kann hjálpa øllum, men at øll kunnu hjálpa onkrum. Hetta tykist eisini vera lívsmotto hansara.

Við góðari hjálp frá Skandinavisku Barnamissiónini, sum eisini hevur deild í Føroyum, er hetta húsið við nr. 39 á skjøldrinum eitt teirra sum hann vitjar regluliga.


Tað basala

Í fyrstu syftu var neyðugt at tryggja teimum í húsinum tað mest basala: at tey fáa mat, klæðir og aðra umsorgan.

Tað var júst hetta sum fyrst beiggin, og síðani mamma teirra ætlaðu at gera: At tryggja familjuni sømilig kor.

Fyrst fór tann 19 ára gamli beiggi hansara, Denis, at finna sær eydnuna. Hetta er ikki nakað eindømi, tí soleiðis hava so mong onnur gjørt í Moldova – ella rættari: uttanfyri Moldova.

Mett verður at tað búgva 4 mió fólk í Moldova, men at 1 mió moldovar búgva í Ruslandi, Ukraina, Italia, Portugal og so langt burturi sum í USA.

Her royna tey at finna sær eydnuna blíða, men tað er langt frá altíð at tað eydnast. Hetta hevur bróðir Maarin av sonnum merkt fylgjurnar av.

Eftir at pápin doyði, varð tað líkasum hansara uppgáva at forsyrgja familjuni, og tí legði hann leiðina til Ruslands. Hann hevði hoyrt og fingið lovað, at har var bæði arbeiði og góður peningur at forvinna.

Sannleikin var hinvegin hann, at bert fyrri partur av hesum lyftinum helt – hann fekk arbeiði, men arbeiðsgevararnir hildu unga dreingin fyri gjøldur. Teir søgdu honum, at teir ikki plagdu at gjalda lønina beinanvegin, men seinni. Hetta ”seinni” upprann ongatíð. Tí fekk Denis ongar pengar ella nakra hjálpa haðani, og tí var einki at senda heim til svongu familjuna í Moldova. Sum skilst hevur hann nú fingið eitt annað arbeiði, har tey fáa lønina útgoldna til tíðina.

Men við hjálp frá Vitalie er nú møguleiki skaptur fyri at hesir faðir- og móðurloysingarnir kunnu fáa eina betri – kanska enntá eina bjartari – framtíð.


Vinartænastu

Fólk úr lítlu samkomuni hjá pastor Vitalie, sum bert telur 40 limir, fingu lagnuna hjá húskinum hjá Maarin sum sítt hjartamál.

Í roynd og veru er hetta heimið bert eitt av mongum, har ein við lítlari hjálp kann gera stórt gagn. Ein partur av hesi vinartænastuni er at tryggja børnunum at tey fáa gott í beinið við røttum kosti.

Skipað er soleiðis fyri, at ungfólk úr samkomuni koyra út higar eina ferð um vikuna fyri at práta við børnini, gera húsið reint, og skifta tað sum skiftast skal.

Soleiðis hava tey gjørt í longri tíð, og soleiðis koma tey eisini at gera eina tíð enn, líka inntil mamman kemur aftur.

Hvønn dag bíða børnini spent eftir, um nær hon kemur. Kanska er hon komin tá hesar reglur verða lisnar. Kanska kemur hon í morgin. Kanska kemur hon als ikki heimaftur.

Maarin hevur av sonnum tikið ábyrgd fyri systkjum sínum. Hann er einsamallur í verðini á ein hátt. Men hann var heppin, tí onnur hava hjarta fyri honum og lagnu hansara.

Hevði nú bara mamma komið heim!