Fríggjakvøldið skipa tjóðveldisfeløgini báðu megin Sundalagið fyri 14. September haldið í Fjørukrónni í Vestmanna. Bergtóra Høgnadóttir Joensen og Tórbjørn Jacobsen fara at røða um politisku framtíðina, og Heidi Petersen fer at leggja fram nýggju vangamyndina hjá Tjóðveldinum. Gøtumaðurin í Sandavági, Petur Pólson, fer at lesa yrkingar upp, sum hann sjálvur hevur yrkt. Reimund Nielsen skipar fyri felagssanginum og Jonhard Mikkelsen verður fundarstjóri. Øvugta sjónarmiðið fer sambandstingmaðurin í Norðstreymoy, Olav Enomoto, at standa fyri.