Bygging
Inni á Gøtu í Hoyvík verður dúgliga bygt fyri tíðini. Tað er Hanus Olsen, byggimeistari, sum smíðar átjan nýggjar íbúðir til tann svanga bústaðarmarknaðin. Eftir ætlan skal henda byggingin verða liðug í februar mánað. Íbúðirnar eru í tveimum ymsum støddum. Tær smærru íbúðirnar eru 45 m2 til støddar, og hesar kosta 695.000 kr. Hetta er ein kostnaður á 45.444 kr. fyri hvønn kvadratmetur. Tær størru íbúðirnar eru 90 m2 , men kosta ?bert? 11.056 kr/m2 , tí kostnaðuri fyri hvørja av hesum er 995.000 kr.
Hanus Olsen greiðir frá, at íbúðirnar eru so gott sum klárar at flyta inn í, tá ið teir eru lidnir við at smíða. Tað einasta, sum restar í, eru eitt sindur av hvítvørum og málað, men eftir er bert at rulla málingina á.
Hanus Olsen sigur, at hann ikki hevur havt nakran trupulleika við at sleppa av við íbúðirnar, og hann fær onkra uppringin so at siga hvønn einasta dag, har fólk biðja um eina íbúð.
Sjálvur heldur Hanus Olsen, at hansara íbúðir verða seldar fyri undir marknaðarvirðið. Hetta er Kári Lamhauge frá Sp/F Húsamekling eisini samdur við honum í. Hann sigur, at teir smærru íbúðirnar liggja um marknaðarvirðið, men tær størru liggja mestir undir.
Jan Christiansen, borgarstjóri í Havn, heldur, at fólk, tá ið tey byggja, mugu rokna við í minsta lagi at skulu lata 10.000 kr. fyri hvønn kvadrat metur, einamest tí tað er sera kostnaðarmikið at fáa hendur á grundstykki og arbeiðskraftin er eisini rættiliga dýr.
Borgarstjórin heldur ikki, at hansara borgarar hava broytt hugburð nakað stórvegis, tí bíðilistin til stóru grundstykkini veksur støðugt. Tó vil hann vera við, at fleiri og fleiri hava fingið eyguni upp fyri teimum sokallaðu lidnu húsunum, har fólk keypa eina lidna samlaða loysn. Hann leggur afturat, at hetta er ein trupul uppgáva hjá myndugleikunum, tí teir skulu skapa karmar fyri bygging í Havnini, og ikki fara út at vera byggiharrar.
Hanus Olsen sigur, at marknaðurin í løtuni er soleiðis háttaður, at tað er sera torført at fáa byggilendi. Hann nevnir, at skal tað gerast talan um bíligari byggimøguleikar í Havnini, verður neyðugt við at betra um beukratiið, soleiðis at tað verður lættari at fáa byggilendi. Eisini saknar hann byggilendi sum heild, har tað eisini kundi verið pláss fyri øðrvísi byggihættum, við eitt nú nógvum íbúðum, men hetta sigur hann vera ein spurningur um, hvat fólkið vil.
Jan Christiansen sigur, at teir sjálvandi hava tosað um byggjarí, sum rúmar nógvum íbúðum, men hetta er nakað, sum skal hóska til tað føroyska landslagið.
Hann leggur afturat, at býráðið í løtuni er í holt við at gera útstykkingar, sum fara at geva pláss fyri einum 320 nýggjum íbúðum, og hetta heldur hann kann fara at taka tað ringasta trýsitið av.