15 ára gamal koyrdi uttan koyrikort

Ein 15 ára gamal drongur ætlaði eftir øllum at døma at sníkja seg við bili eftir Oyggjarvegnum til Havnar, men varð tikin á búri í Kollfjarðadali

Umleið klokkan tvey leygarnáttina varð steðgaði løgreglan einum bili í Kollfjarðadali, heimanfyri Royndarstøðina hjá MBM. Tað vísti seg at verða ein heldur ungur førari av bilinum, nevnliga ein bert 15 ára gamal drongur.

Drongurin hevur bústað í Havn, og bilurin varð skrásettur til somu addressu í Havn, og var tað eftir øllum at døma bilurin hjá foreldrunum, hann hevði sníkt seg avstað við.

Løgreglan upplýsir, at hann helst hevði í hyggju at sníkja seg eftir Oyggjarvegnum til Havnar, til tess at vekja sum minst av ansi. Men hetta eydnaðist í øllum førum ikki, og ungi drongurin varð tikin á búri í bilinum hjá foreldrunum.

Løgreglan upplýsir eisini, at ungi drongurin ikki var ávirkaður av rúsdrekka.