Tann fyrsti apríl verður ein søguligur dagur í føroyskum rúsdrekkapolitikki.
Tá verður aftur loyvt at bryggja og selja sterkt ølk í Føroyum, sum er sterkari enn 5,8%.
Men eftir sum 1. apríl er ein sunnudag, mugu føroyingar brynja seg við toli heilt til mánamorgunin, áðrenn tað ber til at fáa fatur á sterku dropunum.
Rúsan hevur eyðvitað eisini fyrireikað seg til dagin.
Men hon leggur varliga út.
- Vit hava gjørt av at byrja í smáum og so at økja um úrvalið, so hvørt høvið býðst, eftir at vit hava loddað dýpið tað mesta hesum árinum at vita, hvussu føroyingar taka ímóti tí nýggja, sterka ølinum, sigur Rúni Herup Olsen, sum er innkeypari í Rúsuni.
Tískil hevur Rúsan 15 sløg av sterkum øli á hillini mánamorgunin 2. apríl.
11+4
Talan er um 11 sløg av útlendskum øli. Men tey bæði føroysku bryggjaríðini hava eisini spent seg út og Føroya Bjór og Okkara hava hvør síni tvey sløg av sterkum øli klár.
Rúsan hevur annars skyldu at selja tað ølið, sum verður bryggjað í Føroyum.
Men tá ið avgerð skuldi takast um, hvørji útlendsk sløg, tey skulu fáa at selja, hava tey tey lagt dent á, at talan er um dygdarøl.
Tískil var tað nokk so sjálvsagt at vit hava fingið okkum nøkur sløg av belgiskum og niðurlendskum dygdarøli.
Men tað slepst ikki uttan um góða gamla Elefantin, tí í Rúsuni hava tey næstan merkt tað sum eitt fólkakrav, at tey fingu Elephantøl at selja.
- Elefanturin er tað ølið, nógv flest hava spurt eftir, so tað sleppa vit ikki uttan um, sigur Rúni Herup Olsen.
- Hann hevur sína søgu her á landi og tað er ein farri av afturhvarvi yvir honum, so honum sluppu vit ikki undan.
Tað er eisini Elefantinum, Rúsan hevur bílagt mest av.
Tískil fara tey at selja Elaphant øl í blikkum, sum einans verða seld í pakkum við seks Elafantum í hvørjum pakka.
Av øllum hinum sløgunum ber til at keypa eina og eina øl.
Dygdarøl úr Belgia og Niðurlondum
- Annars hava vit valt okkum nøkur sløg av belgiskum og niðurlendskt trappist øli, sum er serliga kent dygdargott.
- Tað er øl, sum bara sjey kleystur hava loyvi at bryggja og tað verða heilt serlig krøv sett til dygdina.
- Vit hava gjørt av vit fara at selja trý merki av øli, tvey úr Belgia og eitt úr Niðurlondum.
Fyrst er at nevna Cimay, sum er belgiskt øl. Tey gera trý sløg av øli í stubbafløskum, reytt, blátt og hvítt og rúsan fær øll trý sløgini.
Tey eru ávikavist 7%, 8% og 9%% sterk, men eru annars ymisk í smakki.
Eitt annað belgiskt øl, Rúsan fær, er Rochefort, sum er kraftigari, myrkari og søtari. Eisini Rochefort hevur trý sløg av øli, sum tey nevna 6,8 og 10 og Rúsan fær øll trý sløgini.
Tey eru ávikavist 7,5%, 9,2% og heili 11,3%, sum er sterkasta ølið, Rúsan fær.
Triðja trappist ølið, Rúsan fær er tað niðurlendska La Trappe, har tey fáa tvey sløg, Dubbel, sum er 7% og Quadrupel, er 10%.
At enda fær Rúsan tvey sløg av belgiska slagnum, Leffe, nevniliga Leffe Blond, sum er 6,6% og Leffe Bruin, sum er 6,5%.
Ríður um snarið
Hóast tað bara er ein góð vika til tað er loyvt at selja sterkt øl í Føroyum, er enn ikki greitt, hvussu nógv avgjald skal leggjast á ølið.
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um avgjaldið.
Men tað kemur ikki til fyrstu viðgerð fyrrrenn fríggjadagin.
Síðani skal tað í nevnd og so skal tað aftur fyri Løgtingið.
Tað merkir, at tað fer at ríða um snarið at fáa løgtingið at samtykkja avgjøldini áðrenn 1. apríl.
Og fyrrenn tað er avgreitt, ber ikki til at selja ølið, sigur Rúni Herup Olsen, innkeypari í Rúsuni.
Hann sigur, at fyrrenn tað er greitt, hvussu avgjaldið verður, ber ikki til at tolla vøruna, so alt ølið liggur nú í onkrum pakkhúsið og bíðar eftir politiska myndugleikanum.
Hann harmast um, at politiski myndugleikin hevur borið so seint at, hóast málið hevur verið kent tað mesta av einum árið.
Og hetta er eitt lutfalsliga einfalt mál.
Tað kemur rættiliga tvørt fyri hjá Rúsuni, at avgjaldið er ikki ásett enn, so tætt uppi undir evstamarki.
Rúsan skuldi gera faldarar við upplýsingum um ølið, men tað bar so ikki til at seta prísirnar í faldaran og tað harmast tey um í Rúsuni.
Fáa ikki innflutt fleiri sløg
Rúsan er eitt sindur avmarkað, tá ið hon skal gera av, hvørji sløg av øli, skulu fáast til keyps í Føroyum.
Tað mesta verður innflutt úr Danmark. Men Føroyar eru ein ógvuliga lítil marknaður og tað verður alt ov kostnaðarmikið, eisini flutningi, at fáa smaár sendingar av blandaðum øli til Føroya.
Øll, sum selja øl í Danmark eru eisini limir í Dansk Retursystem og tey sløgini, sum eru umfatað av teirri skipanini, eru ikki loyvd at flyta av landinum.
- Hesi sløgini kunnu bara seljast í Danmark og tað forðar Rúsuni í at útvega rættiliga nógv sløg av øli, sigur Rúni Herup Olsen.
Fýra nýggjar føroyskar øl
Nú tað aftur verður loyvt at bryggja og selja øl í Føroyum, sum er sterkari enn 5,8%, ætla tey bæði føroysku bryggjaríðini sær eisini upp í part.
Bæði Føroya Bjór og Okkara hava hvør sínar tvær sterkar øl, sum eisini verða seldar í Rúsuni, tá ið hon letur upp mánadagin, 2. apríl.
- Hetta er ein dagur, vit hava bíða eftir síðani 1907, sigur Annika Waag, virkis- og góðskuleiðari á Føroya Bjór.
Hon sigur á tey á Føroya Bjór hava lagt stóran dent á, at leita eftir geri, humlu, malti.
- Vit hava eisini gjørt nógv burtur úr at leita í gomlum uppskriftum fyri at fáa tann rætta smakkin.
Og ikki minst hava tey hugsað nógv um, hvussu ølið skuldi kallast.
Men tað gav seg næstan sjálvt, tí Føroya Bjór hevur allar sínar dagar havt veðrin sum búmerki.
Styrki og treiskni
- Veðrurin er ímyndin av styrki og treiskni og tað hava vit havt nógv brúk fyri, sigur Annika Waag.
Hon sigur, at nú Føroya Bjór kemur við tveimum sterkum ølum, hava tey verið trúgv ímóti upprunanum.
Onnur ølin er Træveturin, ella Tripple Ram, sum er 8.5%.
Hetta er ein øl, sum tey hava roynt seg við í Danmark og sum gekk góða móttøku.
Hin ølin er ein Golden Ram, sum er ein sterkur veðrur upp á 10%, so tað er ein veðrur, sum stútar hart.
Tað er ein øl eftir belgiskari fyrimynd, sigur Annika Waag.
Ølirnar frá Føroya Bjór rigga væl aftur við mati, tann myrki Træveturin er fínur afturvið sterkum mati, myrkum kjøti og ræstum mati.
Tann gylti veðrurin hóskar seg væl aftur við einum góðum ostaborði, ljósum kjøti, kalvafiski og laksi.
- Tað eru øl, sum verða betri av at verða goymd.
Annika Waag sigur, at seinni fara tey so at lodda dýpi at vita, hvat annað, tey skulu finna upp á.
Portari og Tróndur
Eisini Okkara á Velbastað hevur tvær nýggjar øl á hillini.
Í fyrsta lagi hava tey gjørt av at styrkja Portaran upp í 7,9%.
Men hin ølin er Okkara Tróndur, sum verður 7,6%.
Enn heldur Petur Petersen á Okkara, at tað er ov tíðliga at siga so nógv um tað nýggja ølið, men hann leggur afturat, at tey hava eisini ymiskt annað í kvittanum, men tað er ov tíðliga at siga nakað um tað enn