150.000 til minningarhald í Oslo

Meiri enn150.000 fólk vóru í kvøld til eitt serligt minningarhald í miðbýnum í Oslo, har tey við rósum minnast tey 76, sum doyðu í yvirganginum seinasta fríggjadag. Upprunaliga var ætlanin, at fólk skuldu ganga eina sokallaða rósugongu ígjøgnum miðbýin, men tað bleiv broytt, soleiðis at fólk eru savnað á Ráðhúsplássinum.

Í einari røðu fyri mannamúgvuni segði Jens Stoltenberg, forsætisráðharri, at hópdrápið hjá Anders Behring Breivik fer ikki at taka Noreg av fótum.

-Óndskapur kann drepa eitt fólk, men ongantíð eina heila tjóð, segði Stoltenberg millum annað. Hann umrøddi tiltakið í dag sum eitt átak fyri demokratii, samanhaldi og tolsemi.

Norska NRK-sjónvarpið sigur, at mannamúgvan í Oslo er tann størsta, sum hevur verið har, síðani seinni heimsbardagi endaði.