150 fólk á stuttliga nátaveitslu

Felags tiltøk, sum verða fyriskipað í Nólsoy, hava rættiliga dygga undirtøku millum bygdarfólkið.

Tað kann ikki sigast annað enn, at tiltøk, sum verða fyriskipað í Nólsoy, hava rættiliga dygga undirtøku millum bygdarfólkið. Í Nólsoy búgva stívliga 200 fólk, og nú skipað verður fyri nátaveitslu í Ungmannafelagshúsinum Royndini í annaðkvøld, hava ikki færri enn 150 fólk teknað seg til veitsluna.

 

Úr Nólsoy verður sagt, at nátaveitslan hevur nøkur ár á baki, og øll árini hevur veitslan fingið góða undirtøku, tó at tilmeldaða talið av fólki til veitsluna hesaferð er hitt størsta nakrantíð. Onnur ár hava millum 90 og 120 fólk verið á nátaveitslu í Nólsoy.

 

- Veitslan verður í annaðkvøld, og byrjað verður klokkan 19. Tá undirtøkan er so stór, sum hon er í ár, noyðast vit at dekka bæði í ovara og niðara sali í Ungmannafelagshúsinum. Hetta er ein stuttlig nátaveitsla - við góðum mati, skemti, tónleiki og dansi, um fólk hava hug at dansa.

 

Sagt verður úr Nólsoy í kvøld, at nátungar sjálvsagt eru á matarskránni, og hetta er alt nátungar, sum nólsoyingar hava tikið, nú nátavertíð hevur verið. Umframt nátungar, verður eisini heimabakaður drýlur og rugbreyð, og omaná verður rabarbugreytur við róma ella mjólk aftur við.