150 lærarar á ráðstevnu um samvirknu talvuna

Hósdagin í vikuni verður stór ráðstevna í Klaksvík um samvirknu talvuna innan skúlagátt

Ráðstevnan er ætlað lærarum í føroyska fólkaskúlanum. Ikki færri enn 150 lærarar hava teknað seg; umframt fólkaskúlalærarar, hava eisini lærarar og leiðslur við miðnámsskúlar í Føroyum teknað seg.

Endamálið við ráðstevnuni er at kunna fólkaskúlalærarar um nýtsluna av hesum teldutalvunum innan skúlagátt. Á ráðstevnuni fara umboð fyri Skúlabókagrunnin at greiða frá, hvørjum tey arbeiða við í samband við samvirknu talvuna. Umboð fyri KT- depilin vísir, hvussu samvirkna talvan kann nýtast til tónleikaundirvísing. Lærarar í Ósáskúlanum siga frá sínum royndum við talvuni. Umboð fyri Landsmiðstøðina hevur eina framløgu.

Susanne Andersen og Bak Jensen úr Danmark, greiða frá, hvussu tey undirvísa í ávikavist donskum og støddfrøði.

Tað eru Skúlin við Ósánna og Skúlin á Ziskatrøð, sum í samráð við Mentamálaráðið og Klaksvíkar kommunu skipa fyri ráðstevnuni um ta samvirknu talvuna – eisini kallað smartboard. Ráðstevnan verður í Skúlanum við Ósánna.

Hósdagin verður ráðstevnan frá klokkan 13.00 til umleið 16.00 og fríggjadagin frá klokkan 9.00.til umleið 12.00.