1,56 miljardir munnbind endað í havinum

- Eg gerist keddur, tá eg síggi hetta, sigur Fredrik Myhre, havbiologur og ráðgevi hjá  WWF, sum er heimsins náttúruverndarstovnur.

 

 

Í stívliga eitt ár hevur koronu-farsóttin gjørt feigdina um seg kring heimin - við mistum mannalívum, afturlatnum samfeløgum og sjúkum og gomlum í einsemi.

 

Men, farsóttin hevur eisini havt eina umfatandi dálking við munnbindum við sær - í øllum førum síggja strendur og havumhvørvið ymsastaðni kring heimin ikki serliga vøkur út, nú munnbind liggja og rekast víða um. 

 

Í einari frágreiðing verður staðfest, at umleið 1,56 miljardir munnbind eru endað í havinum, sum avleiðing av covid-19. Tað eru kavarar kring um heimin, sum hava sæð hesa dálking við egnum eygum, tá teir hava verið á rannsóknarferðum undir vatnskorpuni.

 

- Eg síggi hetta oftari og oftari, bæði við strendurnar og í sjónum. Munnbind og ymiskt plast endar uppi í sjónum, og djóralívið hvørvur. Eg gerist keddur, tá eg síggi hetta, sigur Fredrik Myhre, sum eru havbiologur og ráðgevi hjá  WWF, sum er heimsins náttúruverndarstovnur.

 

Á heimasíðuni hjá www.db.no er ein størri grein um dálkingina við munnbindum, og hvussu tað hevur gingið kavarum, sum hava hugt eftir, hvat sæst av dálking í og undir vatnskorpuni.

 

##med2##

 

 

 

Hetta kundu vit menniskju gjørt betur.