16 miljardir horvnar

Uppgerðin hjá Hagstovuni av viðskiftum Føroya við umheimin vísir, at samfelagið hevur havt avlop upp á slakar 17 miljardir. Men mestsum øll inntøkan er horvin, tíverri. Av øllum hesum miljardunum hevur Hagstovan bara funnið eina hálva á ymsum kistubotnum. Hvussu hetta hongur saman skal sjálvandi kannast.

 

Hagstovan hevur tvær uppgerðir av uttanlandsviðskiftum:

• gjaldsjavnan, sum vísir inntøkur og útreiðslur í árinum, og

 

• skuldaruppgerð, sum vísir hvussu nógv tú eigur og skyldar við árslok.

 

Tann fyrra uppgerðin byggir á tryggari hagtalsliga grund enn tann seinna, so at hon má metast at vera rættuliga eftirfarandi - við lýtum sjálvandi. Hendan uppgerðin vísir, at seinastu 16 árini hava verið avlop upp á stívliga eina miljard um árið í miðal, ella næstan 17 miljardir samanlagt. Við ymsum frávikum skal vera samsvar millum hesar báðar uppgerðir. Men ikki hjá okkum, tíverri.

 

Í seinnu uppgerðini – henni sum vísir hvussu stór virði tey ymsu eiga uttanlands – er bara ein hálv miljard at finna! Meira enn 16 miljardir eru horvnar. Um tær eru krógvaðar í skattaskjólum á Cayman Islands, í Luxemburg ella í Sveitz, tað vita vit ikki. Um tær eru beindar niður í kassarnar hjá hollendskum, íslendskum og norskum partaeigarum og hulduognarum; tað vita vit heldur ikki. Tær eru bara ongastaðir at finna. Horvnar.

 

Hetta stendst ikki av at tey á Hagstovuni ikki duga, ella at tey ikki vilja. Tey sleppa ikki. Løgtingið gevur teimum ikki maktina og orkuna til at gera sítt verk til lítar.

 

Hetta hevur verið lagið í nógv, nógv ár. Tey árini eg var stjóri á Hagstovuni gjørdi eg Fíggjarmálaráðnum fleiri ferðir greitt, at minst álítandi hagtølini vóru tey um ogn og skuld uttanlands.

 

Mangan verður spurt eftir hvar tey risastóru virðini eru, sum latin verða úrvaldum føroyingum í fiskiskapi og aling. Sum var hetta prógv um at tey ikki eru til í veruleikanum. Jamen, sigi eg – tey eru beint her. Í hesum svarta holinum, ongin sær botnin á. Tað kann eg saktans gita, her eru so nógvar miljardir horvnar, at tað skuldi ikki undra meg um so var.

 

Hesin illgruni verður ikki gloymdur ella sleptur fyrr enn ljós er kveikt á hetta dimmilendi.

 

Ongin ivi er um at tjóðbankin í danska ríkinum, Danmarks Nationalbank, man hava áhuga í hvørjar skuldir og ognir hjá donskum tegnum flóta um landamark. Landsbankin, Hagstovan, landsfyrisitingin, Búskaparráðið og aðrir føroyskir stovnar vilja vita fíggjarstøðuna hjá ymsu pørtunum í samfelagnum.

 

Hetta krevur tó, at Fíggjarmálaráðið biðjur Hagstovuna hjálpa sær at fáa føroyingum hesi viðurskifti upplýst.