16 ára gamal fekk nevan

Ein sekstan ára gamal unglingi fekk nevan undir vangan, í Steinatúni, frá einum, sum var á leið tvífalt so gamal

Góða veðrið um vikuskiftið fekk nógv fólk í býin í Havn. Kortini hevði løgreglan ikki stórvegis trupulleikar av teimum, tí so at siga alt gekk friðarliga fyri seg.


Koritni vóru onkrar smávegis hendingar. M. a. fekk ein 16 ára gamal unglingi nevan frá einum manni, sum var á leið tvífalt so gamal sum hann. Hvussu hetta var hent veit løgreglan ikki frá at siga, men unglingin meldaði tann eldra.


Eisini fekk løgreglan fráboðan um tvey smærri herverk á bilar. Onkur hevði langa eina buglu í ein bil, meðan onkur annar hevði brotið rútin á einum øðrum bili.


Sum vanligt hevur løgreglan eisini havt liggjandi gestir, men hetta vikuskiftið vóru teir ikki fleiri enn tríggir. Hinvegin, so koyrdu løgreglumenn fleiri til hús, sum, hóast gongulagið var vánaligt, vistu hvar tey búðu.