168.000 krónur til hvønn spælara

Í sáttmálanum millum FSF og landsliðsspælararnar er nevnliga staðfest, at hvørt pláss, sum landsliðið kemur niður um 150 á styrkislistanum, fær hvør spælari 6.000 krónur.

Á seinasta listanum eru Føroyar nummar 122 - 28 pláss framman fyri tey 150 - og tað gevur í løtuni 168.000 krónur í bonus til hvønn spælara.

 

- Nú mugu vit líka hyggja eftir, hvussu hetta skal roknast út. Tað er somikið langt síðani, at vit hava goldið bonus út eftir FIFA-listanum, at eg minnist ikki heilt, hvussu roknistykkið varð gjørt upp. Men hetta verður tikið upp við umboð fyri leikararnar, fyri at eingin misskiljing skal verða í, sigur Ísak Mikladal, aðalskrivari hjá FSF.

 

Enn kunnu broytingar henda á listanum, tí bonus-upphæddin verður útgoldin eftir status tann 31. desember. Men plássið sum nummar 122 verður neyvan broytt tað heilt stóra, so undir øllum umstøðum er tað ein stór upphædd, sum gjaldast skal. 27 spælarar hava tikið lut í undankappingardystunum í ár, og sambært sáttmálanum stendur hvør av hesum altso til 168.000 krónur. Eitt roknistykki, sum gevur ein samlaðan kekk upp á góða hálvafimtu millión.