David Popovici hevur júst fingið boðini um, at hann hevur sett heimsmet. - Foto: Alberto Pizzoli/Ritzau Scanpix

17 ára gamal rumeni sett heimsmet í svimjing

David Popovici hevur tikið 13 ára gamla heimsmetið í 100 metur frí hjá monnum.

David Popovici hevur júst fingið boðini um, at hann hevur sett heimsmet. - Foto: Alberto Pizzoli/Ritzau Scanpix

Tann bara 17 ára gamli rumenin David Popovici man vera ein svimjari, sum hini í heimselituni skulu jagstra á meistarastevnum næstu mongu árini.

 

Tannáringurin setti í gjár aftur eina feita striku undir síni stóru evni sum svimjari, tá hann svam seg til EM gull í 100 metur frí hjá monnum í Rom.

 

Vinnaratíðin 46,86 sekund er samstundis greið betring av heimsmetinum. Tey síðstu 13 árini hevur Cesar Cielo úr Brasilia havt metið, sum hann tók við HM í 2009 við tíðini 46,91 sekund, sum hann hevði um at krovla teinin.

 

Í hálvfinalu fríggjadagin svam Popovici sum tann bara fjórði maðurin í søguni teinin undir 47 sekund, og hann roknaði ikki við, at hann dagin eftir fór at vera heimsins skjótasti.

 

– Eg visti, at eg skuldi vera sera tolin fyri einaferð at taka heimsmetið. Men nú er tað stórt at kunna siga, at eg eri tann skjótast nakrantíð, sigur Popovici.

 

Hann er ikki bangin fyri, at góða byrjanin hjá honum fer at gera hann ov nøgdan og kann taka hugin at arbeiða hart hvønn dag.

 

– Tá tú samstundis hevur tað stuttligt, so er tað ótrúligt nøgdsemi. Alt í ítrótti er stuttligt. Eisini tá tú ert sera nær og hevur hug at spýggja, sigur rumenin.

 

Fyrr í ár var hann heimsmeistari bæði á 100 og 200 metrum í frísvimjing.

 

Fysikkurin hjá heimsmeistaranum hevur vakt áhuga, tí hann er klænri og hevur minni musklar enn aðrir svimjarar á sama teini.

 

Tað tekur venjari hansara, Adrian Radulescu, tó púra róliga, um tað skuldi komið fysiskar avbjóðingar í næstum.

 

– David hevur ein serligan sans fyri rørslu í vatninum. Tað snýr seg ikki um, hvussu nógva megi tú kann generera, men hvussu tú kanst umseta megina til ferð. Hann er ógvuliga klænur, men hann hevur nóg nógvar kreftir til at svimja skjótt.

 

– Hann verður 18 ár í september, og hann fer helst at vaksa eitt sindur afturat. Tað gevur sjálvandi nakrar avbjóðingar viðvíkjandi, hvussu tú finnur røttu javnvágina millum styrki og effektivitet, sigur svimjivenjarin.

 

Tannáringurin hevur longu fingið kelinavnið »The Magician« (gandakallurin). Tað sipar bæði til, at hann sum lítil var hugtikin at korttriksum og aðrari gandalist, men eisini fyri tað ótrúligu ferðina, hann megnar at fáa í einum svimjihyli.

 

/ritzau/AFP

 

David Popovici hevur júst fingið boðini um, at hann hevur sett heimsmet. - Foto: Alberto Pizzoli/Ritzau Scanpix