17 ára gamal tikin fyri at koyra bil í Havn

- Hann var edrúur, og tað framgongur einki í samdøgursfrágreiðingini um, at viðkomandi hevði stolin bilin, sigur løgreglan.

 

Beint fyri klokkan 22.30 í gjárkvøldið fekk løgreglan eina fráboðan um ein bil, sum koyrdi heldur ófantaliga eftir Hoyvíksvegnum í Havn.

 

- Vit fóru út at kanna málið og fingu fatur á bilføraranum.

 

Vaktleiðarin á løgreglustøðini visti í mogun at siga, at hetta var ein ungur maður, bert 17 ára gamal, sum koyrdi uttan førararætt, tí hann hevði ikki aldur at koyra bil.

 

- Hann var edrúur, og tað framgongur einki í samdøgursfrágreiðingini um, at viðkomandi hevði stolin bilin.

 

Løgreglan sigur, at viðkomandi fær eina bót fyri at hava koyrt - uttan at hava aldur ella førararætt at koyra bil.