170 fólk deyð av bumbum í Kabul

Útlendskir miðlar skriva, at í dag eru fleiri flogfør við fólki, sum vilja úr Afganistan, farin úr Kabul hóast spentu støðuna.

Afganarar fáa viðgerð á sjúkrahúsi eftir yvirgangsálop í Kabul hósdagin.

Afganskar heilsukeldur siga, at nú er talið av deyðum eftir sjálvmorðsbumbuálopini hósdagin við flogvøllin í Kabul komið upp á 170, og soleiðis er talið av deyðum vaksið, sum tímar og dagar eru gingnir.

 

Ein tænastumaður innan afganska heilsumálaráðið sigur við tíðindastovuna CBS News, at í minsta lagi 170 fólk eru deyð. Tað er deildin hjá IS (Islamiskum Stati) í Afganistan, sum hevur átikið sær ábyrgdina av álopunum.

 

Eitt stórt tal av fólki hevur eisini fingið mein í álopunum.

 

Yvirgangsálopið rakti eisini fleiri amerikanskar hermenn, harav 13 lótu lív - og í minsta lagi 18 amerikanskir hermenn hava fingið løstir.

 

Útlendskir miðlar skriva, at í dag - fríggjadagin og longu dagin eftir herviliga álopið - eru fleiri flogfør við fólki, sum vilja úr Afganistan, farin úr Kabul.

 

Sagt verður, at talið av fólki uttan fyri flogvøllin í Kabul í dag var minst líka so stórt, sum hinar dagarnar, samstundis sum ávarað verður um nýggj yvirgangsálop.

 

ST væntar, at út við hálv miljón fólk fara at rýma úr Afganistan, áðrenn árið 2021 er runnið.

 

- Vit fyrireika okkum til, at umleið ein hálv miljón flóttafólk fara at rýma úr Afganistan teir næstu mánaðirnar, segði umboð fyri ST á tíðindafundi í dag.

 

##med2##

 

 

 

Afganarar fáa viðgerð á sjúkrahúsi eftir yvirgangsálop í Kabul hósdagin.

Her sæst roykur í økinum við flogvøllin í Kabul, har tvær bumbur brustu hósdagin.