174 flytingar undan kappingarbyrjan

156 mannligir og 18 kvinnuligir fótbóltsleikarar skiftu felag í flytingarvindeyganum, ið lat aftur fríggjadagin. Ymsu feløgini royna at styrkja sær um hópirnar

Fótbóltur

 

Seinasta freist fyri spælaraskiftum millum fótbóltsfeløg var úti á midnátt fríggjakvøldið.

Áhugin fyri at flyta felag tykist vera rættiliga stórur, tí tá freistin var úti á midnátt fríggjakvøldið, hevði FSF skrásett 174 flytingar.

Í veruleikanum er talan um enn fleiri flytingar, tí 23 umsóknir liggja enn og bíða eftir at vera endaliga avgreiddar. Her er fyri tað mesta talan um leikarar, ið skulu hava spælaraloyvið flutt úr útlandinum til Føroyar.

Hesar flytingar verða endaliga avgreiddar, tá spælaraloyvið er komið frá útlendska fótbóltssambandinum, og neyðugu pappírini í sambandi við flytingina annars eru komin upp á pláss.

Flytingarvindeygað letur upp aftur 16. juni og er opið til 21. juli.

Tey liðini, ið vóru mest aktiv á marknaðinum hesaferð vóru:

 

Hjá monnum:

B36, við 21 flytingum

Undri FF, við 15 flytingum HB, við 13 flytingum

Nevnast kann at nýggja felagið VÍkingur framdi 9 flytingar

 

Hjá kvinnunum vóru tað einamest ártalsfeløgini bæði, B68 og B36, ið høvdu ávíkavist 6 og 4 flytingar. Á fsf.fo er listi, har fullfíggjað yvirlit yvir flytingarnar er at síggja.