Tað hevur ein samveldisdómstólur gjørt av.
Tá dómurin varð lisin upp, segði dómarin, Amit Mehta:
– Í áratíggju hevur tað verið týðuligt, at tú vilt, at fólkaræðið í landinum skal upploysast í harðskapi.
– Tú ert ein varandi hóttan og vandi fyri landið.
Frammanundan hevði Rhodes sjálvur boðað frá, at hann kennir seg sum »ein politiskan fanga«. Men hesum vísti dómarin aftur.
Rhodes er dømdur fyri »uppreistrar samansvørjing«, sum hevði við sær royndir upp á »at taka av ræði, fella ella við valdi at oyðileggja amerikonsku stjórnina«, varð sagt.
/ritzau/Reuters