18 ára gamla skuldsettur fyri morð í Grønlandi

Í nátt var ein 22 ára gamal maður dripin við knívi í Vesturgrønlandi, og ein 18 ára gamal maður varð stutt eftir handtikin

 

Ein 22 ára gamal maður er deyður eftir at hann varð stungin við knívi í Grønlandi.

Ein 18 ára gamal maður er skuldsettur fyri at hava dripið.

Tað upplýsir grønlendska løgreglan í tíðindaskrivi.

Drápið varð framt í nátt í býnum Aasiaat – á donskum Egedesminde – í Vesturgrønlandi.

Løgreglan fekk boðini um, at ein maður varð stungin við knívi, og bæði løgregla og sjúkrabilur vórðu send á staðið.

Men sjálvt um tey góðu lívbjargandi fyrstuhjálp, stóð lívið hjá tí 22 ára gamla ikki at bjarga.

Grønlendska løgreglan skrivar, at tann 18 ára gamli varð handtikin stutt eftir, at boðini komu.

Tað framgongur tó ikki, hvat leiddi løgregluna á slóðina á tí 18 ára gamla, um tann handtikni og tann dripni kendust frammaundan, ella hvat motivið til drápið skuldið verið.

Tann 18 ára gamli maðurin verður skal grundlógaravhoyrast, har ákærumyndugleikin fer at krevja hann varðhaldsfongslaðan í málinum. 

Tað framgongur ikki í tíðindaskrivinum frá løgregluni, hvat tann 18 ára gamli sigur til skuldsetingina.

/ritzau/