Sambært ukrainskum myndugleikum eru 18 fólk deyð og 30 særd í einum russiskum rakettálopi á ein íbúðarbygning í havnarbýnum, Odessa við Svartahavið.
Í fyrstani varð sagt, at talið av deyðum var 14, men nú er talið vaksið til 18.
Sjey fólk eru bjargað út úr íbúðarbygninginum á lívi, harímillum trý børn, men eitt barn er eisini millum tey deyðu.
Sergej Bratsjuk, sum er talsmaður fyri hernaðarumsitingina í Odesa-regiónini, sigur, at tað var eitt flogfar, sum fleyg yvir Svartahavinum, ið framdi álopið.
Sagt verður, at tvær rakettir vórðu brúktar í álopinum. Onnur rakti ein íbúðarbygning í níggju hæddum, og hin rakti ein frítíðardepil, har trý fólk lótu lív.
##med2##
Nú verður stúrt fyri, hvussu mong kunnu liggja undir leivdunum av tí partinum av íbúðarbygninginum, sum fór í knús.
Álopið á Odessa hesaferð kom eftir, at russiskar herdeildir í gjár rýmdu av Slanguoynni, eftir at ukrainski herurin hevur framt fleiri álop á russisku deildirnar á oynni.
Tað er tíðindastovan NTB sum ber hesi tíðindi.