19 ára gamla Maria er fyri fyrstu ferð á landsliðnum

Kvinnufótbóltur: Lene B. Terp er í kvøld fyri fyrstu ferð við stýrisvølin í undankappingardysti

mynd: fsf.fo

Klokkan 18 verður fyrsta bríksl á Tórsvølli, har tað verður HM undankappingardystur millum Føroyar og Spania. Hetta er fyrsti dystur í nýggjari kapping.

 

Spania telist millum tey bestu í kvinnufótbólti. Tí er talan um heilt stóra uppgávu hjá føroysku kvinnunum.

 

Landsliðsvenjarin Lene B. Terp er í kvøld fyri fyrstu ferð við stýrisvølin í undankappingardysti. Fyrtu dystirnir hjá henni sum landsliðsvenjari vóru í juni, tá ið Føroyar vóru í í Baltic Cup. Tá vunnu Føroyar eftir brotssparkskapping ímóti Estlandi, og so taptu Føroyar finaluna ímóti Litava 2-0.

 

Millum tær fyrstu ellivu á føroyska liðnum er ein spælari, sum ikki áður hevur verið á landsliðnum. Talan er um 19 ára gomlu Mariu Biskopstø. Hon hevur leingi verið millum bestu rennararnar í landinum, og hon hevur vunnið nógvar kappingar bæði heima í Føroyum og uttanlands, og so hevur hon spælt fótbólt í næstbestu deildini.

 

Tá ið Hervør Olsen, sum var toppskjútti hjá KÍ og eisini var í álopinum á landsliðnum, var skadd fyrr í ár, for Maria Biskopstø at gera meiri við fótbóltin. Hon hevur síðstu tíðina verið fremsti álopsspælari hjá KÍ, og í kvøld er hon fyri fyrstu ferð á landsliðnum.

 

Føroyska liðið sær soleiðis út:

 

Óluva Allansdóttir Joensen, KÍ – Julia Naomi Mortensen, AGF Aarhus, Rakul Maria Johannesen, B36, Birita Ryan, Sarita Maria Mittfoss, HB, Ásla Johannesen, AGF Aarhus – Jensa Tórolvsdóttir, Víkingur, Sanna Svarvadal, KÍ, Heidi Sevdal, NSÍ, Lea Lisberg, EBS/Skála – Maria Biskopstø, KÍ

 

Á beinkinum: Monika Biskopstø, Valborg Østerø, Maria á Lakjuni, Durita Hummeland, Eyðvør Klakstein, Olga Kristina Hansen, Tóra Mohr, Katrina Svartá Hansen

 

mynd: fsf.fo