Hósdagin 10. februar 2022 kl. 11.26 varð Jørgen Niclasen, táverandi landsstýrismaður, tikin av løgregluni á Líðarsvegi í Vági. Orsøkin var, at hann var undir illgruna fyri at koyra ávirkaður av rúsdrekka. Landsstýrismaðurin blásti í alkometrið á staðnum, og tað vísti 1,26 promillu. Hetta vita øll í dag.
Føroya Politi ber ikki av sínum eintingum almenninginum nøvnini á fólki, sum verða tikin og skuldsett, og gevur heldur ikki slíkar upplýsingar, um tíðindafólk biðja um tær. Onkuntíð hevur ein promilla verið nevnd, serliga um hon hevur verið óvanliga høg, men einki navn sjálvsagt. Men seks dagar seinni – seint seinnapartin 16. februar – bleiv varpað út um allar geilar í fleiri miðlum, at Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, var tikin fyri rúsdrekkakoyring.
Hetta málið verður viðgjørt í Dimmalætting í dag. Blaðið hevur fingið sera áhugavert innlit í málið, sum vísir, at ikki færri enn 19 politifólk, sum einki høvdu við málið at gera, hava sneytað í málinum.
##med2##
Lesið meira í Dimmalætting, sum fæst í leysasølu kring landið, og sum haldarar kunnu lesa á www.dimma.fo
##med3##