Ein maður er í dag dømdur 19 ára fongsulsrevsing fyri at hava dripið Birnu Brjánsdóttir og fyri at hava roynt at smugla 20 kilo hassj til Grønlands í januar í ár. Hann skal eisini rinda foreldrum hennara 7,5 milliónir íslendskar krónur, t.e. uml. 450.000 danskar krónur, í endurgjaldi. Umframt hetta skal hann rinda sakarmálskostnaðin, sum er 1,2 milliónir danskar krónur, skrivar visir.is.
Birna Brjánsdóttir hvarv leygarmorgunin 14. januar. Seks dagar seinni skolaði likam hennara í land við Selvógsvita.
Tveir av manningini á grønlendska trolaranum Polar Nanoq vórðu handtiknir og skuldsettir fyri drápið. Annar teirra bleiv skjótt leyslatin aftur og skuldsetingarnar móti honum sleptar.
Polar Nanoq fór av Hafnarfirði leygardagin 14. januar, men íslendska sjóverjan gav trolaranum boð um at venda við aftur til Íslands, tí slóðir hjá løgregluni leiddu teir til skipið.
Dømdi maðurin hevur sitið varðhaldsfongslaður síðani 18. januar.
Í rættarmálinum er tað komið fram, at Birna Brjánsdóttir var á lívi, tá grønlendingurin tveitti hana í havið og at hon druknaði. Vakmyndaupptøkur úr Reykjavík vístu ein reyðan bil koyra framvið, stutt eftir at Birna Brjánsdóttir varð sædd seinastu ferð. Tað var hesin reyði Kia-bilurin, ein leigubilur, sum leiddi íslendsku løgregluna á slóðina til Polar Nanoq. Í bilinum fann løgreglan eisini blóðslóðir eftir Birnu Brjánsdóttir.